Bíbliugull

Bíbliugull er ein bóklingur – upprunaliga skrivaður av Øivindi Benestad – egnaður ungum bíbliulesarum (nýggjum ella vandnum), ið hevur til endamáls, at hjálpa lesaranum at navigera í síni Bíbliu.

Bóklingurin inniheldur m.a. yvirlit yvir GT og NT, nakrir hættir at lesa Bíbliuna, “hvat skal eg lesa, tá eg…”, Evangeliið í versum, profeti um Jesus, umframt nógv annað gott.

Havstein Klein, prestur, hevur týtt bóklingin til føroyskt.

Bóklingurin hevur eingi upphavsrættindi, so ein og hvør hevur loyvi at prenta bóklingin, sum hann vil. 

Bíbliugull (pdf) kann heintast her: Bíbliugull pdf.

Møguleiki er, fyri at fáa bóklingin prentaðan við at senda mær ein email (sí niðast), viðmerkt, hvussu nógv eintøk og hvørja stødd (A3 ella A4) tú ynskir. Prísurin verður settur útfrá prentsmiðjuni. – einki verður lagt afturat prísinum.

Jónas
Jónas Thomsen er ungur eysturoyingur og er í verandi løtu gudfrøðilesandi á Keypmannahavnar universiteti og Dansk Bibel Institut.