PDF’urin kann takast niður við at trýsta á her: Svenska bíbliustuderings metodan (PDF)
Aðrar formateringar av pdf’inum til prentingar kunnu heintast her: SBM 1×2 (PDF) og SBM 1×4 (PDF)
Ljósperan, spurnarteknið, krossurin, pílurin og talubløðran. Hesi eru tey fimm punktini í svensku bíbliugranskingarháttalagnum. Endamálið við metoduni er, at hjálpa einum bíbliubólki at tosa um ein bíbilskan tekst, samstundis sum fokus er á Krossin og á persónliga andaliga menning. (sí framferðarhátt niðanfyri)
Framferðarháttur
Bíbliubólkaleiðarin hevur valt ein bíbliutekst frammanundan (viðmælda longd av teksti er 10-20 reglur, tó er tað eisini gjørligt at gjøgnumganga ein heilan kapittul). Bólkaleiðarin byrjar við at lesa tekstin og eini bøn, síðan fara einstøku limirnir í bólkinum hvør í sínum lagi at lesa tekstin og við penni og pappíri svara fýra teimum fyrstu punktunum í metoduni. Alt ann uppá hvussu langur teksturin er, møtast bólkalimirnir aftur eftir eina løtu (eru limirnir royndir í bíbliulesnaði eru 20 minuttir hóskandi til ein kapittul í miðal longd). Tá ið bólkurin er komin saman aftur, verður fimta punktið tikið ígjøgnum – ið er at tosa saman útfrá teimum fýra punktunum. Løtan verður endað við bøn.
