Jesus sigrar

Hugleiðing um týdningin av Jesu sigri

Eg hevði ynskt, at vit vóru meira upptikin av hesum. Tað, at Jesus sigrar er eitt tað mest grundleggjandi í okkara kristnitrúgv. Tað er við hesum sannleika, at vit eiga at vinna á hvørjum degi við: Hann er tað, ið eigur at fáa okkum upp um morgunin, og hann er tað, ið troystar okkum at hvíla um náttina. Tað, at Jesus hevur sigrað, mugu vit ikki gloyma. Jesus er tann, sum hevur vunnið á øllum óndskapi; tí sigur hann við teg, sum hevur upplivað svik av onkrum, sum tú hevði álit á:

Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. (Matt. 11,28)

Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir. (Heb. 13,8)

Jesus er hjá honum/henni, sum stríðist og ivast í síni trúgv:

Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg! … Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. (Jóh. 14,1;6)

Ja, Jesus er hjá tær, sum stríðist, tí hann hevur sigrað. Hoyr hvat stendur um Jesus, tá hann rak út ein illan anda: 

Jesus hótti at [tí illa andanum] og segði: «Tig og far út úr honum!»  Og hin óreini andin rykti og skrykti í hann, og rópandi háróp fór hann út úr honum.  Og ótti kom á øll, so at tey spurdu hvørt annað og søgdu: «Hvat er hetta? Ein nýggj læra við valdi! Eisini hinum óreinu andunum býður hann, og teir akta hann.»  (Mark. 1,25-27)

“Teir akta hann”. Jesus Kristus hevur alt vald á himni og á jørð.

Eg hoyri fleiri og fleiri menniskju orða seg um, hvussu bangin tey eru fyri tíðina. “Verið ikki stúrin,” sigur Jesus; øll hesi ting: kríggj, bumbur, náttúruvanlukkur og sjúkur eru bert forgangarar fyri hansara afturkomu. Tá ið vit hoyra um slíkt, mega vit ikki óttast, men heldur minnast Paulusar orð í 1. Tess. 4,14-18: 

Tí at um vit trúgva tí, at Jesus er deyður og risin upp, tá skal Guð eisini somuleiðis við Jesusi leiða tey fram, sum sovnað eru burtur, saman við honum. Tí at hetta siga vit tykkum, við einum orði Harrans, at vit, sum liva og verða eftir til komu Harrans, skulu als ikki koma undan teimum, sum sovnað eru burtur; tí at sjálvur Harrin skal stíga niður av himni við kallandi rópi, við høvuðseingils rødd og við Guðs básúnu, og tey, sum eru deyð í Kristi, skulu fyrst rísa upp; síðan skulu vit, sum liva, sum verða eftir, saman við teimum verða rykt burtur á skýggjum til fundar við Harran í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum. Troystið tí hvør annan við hesum orðum!

Hvat er tað ikki ein stór troyst at kunna hvíla í Kristusi.

Men størst av øllum hevur Jesus vunnið á deyðanum og syndini, og tað gjørdi hann á krossinum. Eg veit, at tað er merkiligt, at Guð skal vinna á heiminum við at doyggja (hetta er eisini tí, at Paulus kallar gleðiboðskapin krossins-dárskap), men lít á, hvat skriftin sigur: at við tað at Kristus doyði fyri okkum, smíðaði hann okkara syndaskuld á krossin (Kol. 1,19-22). Jesus sigur tí við tann, sum kennir sína synd og veit, hvat hann hevur gjørt ímóti Guði: 

“Eg dømi teg heldur ikki … Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms men hevur stigið yvirum frá deyða til lívið” (Jóh. 8,11; 5,25).

Tað nyttar ikki at óttast, tí Jesus hevur longu sigrað. Tað er sum tá ið ein nýggjur løgmaður skal veljast. Allar atkvøðurnar eru komnar inn, men tær mangla bert at verða taldar og kunngjørdar; eitt valevni hevur flest atkvøður, tær mangla bert at verða taldar. Soleiðis er tað við Harra okkara. Hann hevur longu sigrað, vit bíða bara, til sigurin verður endaliga opinberaður, við tað at vit fara at síggja hann birtast í skýnum.

Jónas
Jónas Thomsen er ungur eysturoyingur og gongur í verandi løtu á búskaparbreyt á miðnámi á Kambsdali.