Ápostólska trúarjáttanin

Heitið “Ápostólska trúarjáttanin” týðir uppá, at trúarjáttanin er ein samandráttur av læru ápostlanna (Áps. 2,42). Sambært miðaldarligari hugsan, ið tykist ikki at vera søguliga álítandi, stavar henda trúarjáttan heilt aftur til ápostlarnar sjálvar (imagodeichurch.org).

Teksturin niðanfyri er tikin av heimasíðu Glyvra missiónshús, glyvra.fo:

Navnið ápostólska stavar frá, at trúarjáttanin er uppbygd av týdningarmiklum trúarsannleikum úr Bíbliuni, serliga Nýggja Testamenti, sí t.d. 1. Mós.1,1; Matt. 16,16; 28,18-20; Jóh.5,24;1.Kor.12,3; 8,6; Áp.8,37 og 2. Kor.13,13.

Hendan trúarjáttanin verður lisin hvønn sunnudag í føroysku fólkakirkjuni. Trúarjáttanin orðar nakrar av týdningarmiklastu lærusetningunum í kristnu trúnni. Vit trúgva á Guð Faðir, Guð Sonin og Guð Heilagan Anda. 3 persónar, men ein Guð (tríeindin – sí Athanasiansku trúarjáttanina).

Orðið “tríeindin” er ikki beinleiðis nevnd í Bíbliuni, men framgongur av skriftorðum sum t.d. Matt 28,19; 2. Kor. 13,13; 1.Mós. 1,26; Jóh. 1,1 og Jóh.20,28. Sum inngangur verður ofta byrja við avnoktan av øllum tí ónda.

Eg avnokti djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans.

Eg trúgvi á Gud Faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar.

Og á Jesus Kristus, Guds einborna son, váran Harra, sum er gitin av Heilagum Anda, borin í heim av Mariu moy, pínslaður undir Pontiusi Pilatusi, krossfestur, deyður og jarðaður, niðurfarin til heljar, triðja dagin staðin upp frá deyðum, farin til himmals, sitandi við høgru hond Guds Faðirs, hins alvalda, haðani hann kemur at døma livandi og deyð.

Eg trúgvi á Heilagan Anda, eina heilaga almenna kirkju, samfelag teirra heilagu, fyrigeving syndanna, uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir.

Amen.

Jónas
Jónas Thomsen er ungur eysturoyingur og gongur í verandi løtu á búskaparbreyt á miðnámi á Kambsdali.