At venda aftur til Jesus

Andakt. Tríggir mátar Sátan snýtir ung kristin í Føroyum – á fyrsta sinni hildið til KFS á Kambsdali 12. sept. 2025

I. Pætursbræv. 5,6-8: 

Verið edrúir, vakið! Mótstøðumaður tykkara, djevulin, gongur um sum ein ýlandi leyva, leitandi eftir tí, sum hann kann gloypa. 

Heimsins endi verður merktur av einum stórum fráfalli – tvs. tá Jesus kemur aftur, vera tað mong, sum kalla seg kristin, men í roynd og veru slettis ikki eru tað. Eg kenni fleiri – kanska tú, sum lesur hetta ert ein av teimum, sum hava fylgst við Jesusi, men gera tað ikki longur. Eg vil siga við teg og tykkum: vendið tykkum um aftur til Jesus og trúgvið á hann; tí hann fer at geva tær lív aftur, sum ongantíð fyrr.

Tann, sum trýr á Jesus er ein tann stórsti fíggindi Sátans. Tað einasta Sátan vil honum, er at føra hann burtur frá Jesusi. Sátan er snildur og veit nógvar hættir, ið hann kann nýta fyri at villleiða hin trúgvandi. Tí vil eg hervið nevna nakrar mátar, sum eg í hesi tíð síggi, Sátan nýtir til at villleiða tey trúgvandi burtur frá Jesusi.

Tann fyrsti máti Sátans er: Keðiligar upplivingar í kristiligum høpi: Eg veit um fleiri, ið halda sær frá møtum og øðrum líkum, tí tey hava upplivað, at onkur harfrá hevur verið keðiligur ímóti teimum. Er hetta tú?, so er tað slettis ikki tín skyld, at tú hugsar, “Er hetta soleiðis tey kristnu (og harvið Jesus) eru? so vil eg slettis ikki hava nakað við tey at gera.” Men lova mær at siga tær eitt: tey kristnu eru ikki Jesus. Tann og tey, ið hava gjørt tær mein, kunnu bara skamma sær, men tey eru ikki Jesus. Jesus bað ikki syndarar fara frá sær, hann át saman við teimum og gav teimum ein møguleika til at venda um og trúgva á hann. So tú, sum ert særdur av kristnum: vend tær aftur til Jesus, tí kemur tú til hann, stendur hann tær ikki ímót. Jóh. 6,37: tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.

Seinni máti Sátans eru tær freistingar, ung møta í dag. Eg veit, at tað er nógv í lívinum, sum sær nógv flottari og meira spennandi út enn Kristus, og tað kann vera lætt – ofta nógv lættari enn ein heldur, at venda Jesusi bakið og fylgja freistingini. Eg veit væl, at ballara-lívið, at horast og alt annað líkt sær spennandi og gott út, og tað kann gott vera, at hesi tykjast at vera góð og enntá følast gott; men hetta er ikki soleiðis, Guð hevur skapað okkum at liva. Hann sigur í Matt. 5: Verið tí tit fullkomin (livi heilagt), eins og himmalski faðir tykkara er fullkomin. – also, “livi soleiðis, sum eg vil, at tit skulu liva.” Og tú, sum kallar teg kristnan: livir tú í hesum, ella stuðlar tú slíkum lívsstíli, mást tú venda tær aftur til Jesus. Guðs Orð sigur (í 1. Korintbrævi. 6,9-10), at hvørki horur/horkallar ella drykkjumenn skulu arva Guðs ríki ei heldur tey, sum stuðla tí (Róm. 1,32). Tað vil siga, at enntin mást tú venda tær aftur til Jesus, játta hetta fyri honum og biðja hann um at fyrigeva tær og at broyta títt hjarta, ella ert tú slett ikki kristin (sjálvt um tú kallar teg tað).

Tann triði mátin, eg síggi Sátan føra fólk burtur frá Jesusi, er hetta: “Eg trúgvi, at tað stendur nógv gott í Bíbliuni, bara akkurát hasum versinum eri eg ikki samdur við.” Hetta kallast bíbliu-liberalisma, tað, at tú følir frælsi (liberatión) til sjálv/ur at velja, hvat tú trýr og ikki trýr í Bíbliuni. “Akkurát hatta, um at halda sær frá alkoholi ella at ikki liva í hori, eri eg ikki samdur við” – Til hetta noyðist eg at siga: hvønn heldur tú teg vera? Heldur tú teg vita betur enn Guð? Legg serliga til merkis, hvussu heilagleiki Guðs verður lýstur í hesum brotinum, tá Jesaja profetur sleppur at síggja Guðs trónu:

Tað árið, tá ið Uzzia kongur doyði, sá eg Harran sitandi á høgum hásæti, hátt hevjaðan, og sleipið av skikkju hansara fylti halgidómin; kring hann stóðu seráfar, hvør teirra hevði seks veingir; við tveimum huldu teir andlitið, við tveimum huldu teir føturnar, og við tveimum hildu teir sær á flogi. Og teir kallaðu hvør til annan og søgdu: «Heilagur, heilagur, heilagur er Guð herliðanna, jørðin øll er full av dýrd hans!» Fyri rødd teirra skulvu durastavirnir, og húsið fyltist av royki. Tá segði eg: «Vei mær! Eg beri ikki boð í bý! Tí at eg eri maður við óreinum vørrum». (Jesaja. 6,1-5)

Sjálvir einglarnir við Guðs trónu máttu halda fyri føturnar og andlitið, tí Guð var so heilagur, og Jesaja, tá hann nærkaðist Guði ikki vildi koma nærri, tí Guðs heilagleiki avdúkaði, hvussu syndugur hann var – og tú heldur teg vita, hvat er rætt og skeivt í Guðs Orði. Nei, tá vit hava við Guðs Orð at gera, mugu vit játta samt við Pætur, tá Jesus spyr lærusveinarnar, um teir vilja fara frá sær: “Guð, Tú hevur orð hins æviga lívs.”

Tað var við Jesusi, at heimurin varð skapaður, og tað var Jesus, sum frelsti okkum: hví skuldi hann tá ikki vitað, hvat er rætt hjá okkum at gera?

Góði tú, livir tú ímóti Guði og hevur nú sæð, at tú lívir skeivt, so má eg bert siga tær, at tú fert ongantíð at kunna liva rætt, um tú ikki vendir tær (aftur) til Jesus, tí hann veit best, og tá tú trýr á hann, gevur hann tær sítt perfekta lív, ið tú ikki megnaði – og megnar – at liva.

Jónas
Jónas Thomsen er ungur eysturoyingur og er í verandi løtu gudfrøðilesandi á Keypmannahavnar universiteti og Dansk Bibel Institut.