Mótvegis Guði hava vit altíð órætt

Andakt. Eitt føroyskað brot eftir Søren Kierkegaard

Órætt: Uret (danskt) – hava órætt, fara skeivur 

Tá ið sagt verður, “tú mást ikki kjakast við Guð,” merkir tað, at tú mást ikki ynskja at hava rætt mótvegis Guði, tí bert á henda hátt hevur tú rætt mótvegis Guði: at tú lærir, at tú hevur órætt.

At hava órætt. – Kann tað hugsast ein pínumiklari kensla enn hendan, og er tað ikki satt, at menniskjan heldur vil stríða og líða enn at viðganga, at hon hevur órætt? Tú kann verða uppbygdur av tankanum, at tú hevur rætt, men líður órætt; og tó ynskir tú, at tú hevur órætt, um tað dregur seg um eina menniskju, sum tú elskar. Soleiðis eisini í tíni støðu mótvegis Guði. Hevði tað ikki verið ræðuligt, um tú hevði rætt mótvegis Guði, at Guðs stýring ikki var vísdómur, men tínar egnu ætlanir, Guðs tankar ikki rættvísi, men tíni ynski, Guðs hjarta ikki kærleiki, men tínar kenslur. Tí er tað nú ein uppbyggiligur tanki, at vit hava órætt mótvegis Guði, uppbyggiligt, at vit altíð hava órætt. Hesin tanki forðar ivanum og uggar ivans sorgir, og hann eggjar einum til verka. Tað, at ein menniskja altíð hevur órætt mótvegis Guði, er tann vongur, sum hon verður lyft við yvirum endaleikan og deyðan, tað er longsulin, sum hon søkir Guð við, tað er kærliekin, hvarí hon finnur Guð.

Og er hesin tanki ikki hugtakandi, tí hvat lýsir hann fyri okkum annað enn tað, at Guðs kærleiki í øllum førum er størri enn okkara kærleiki? Gleðir hesin tanki ikki ein til verka – tí, tá ið ein menniskja er í iva, tá hevur hon onga megi til at verka, hon er ikki brennandi í Andanum, og tá ið arbeiði hennara er av, er Andans eldur sløknaður? Verði tá títt einasta ynski tær noktað, ert tú enn glaður og sigur: “mótvegis Guði havi eg altíð órætt.” Sjálvt um tú var tann, ið varð noyddur at avnokta sítt innasta og hægsta ynski, hevði tú tó verið glaður og sagt: “mótvegis Guði havi eg altíð órætt.”

Kundi tú ynskt tær, at hetta átti at gingið fyri seg øðrvísi? Kundi tú ynskt tær, at tú hevði rætt, kundi tú ynskt tær, at alt varð latið leyst til eitt ræðuligt kaos, kund tú ynskt tær, at tað skuldi vera øðrvísi? Spyr teg sjálvan!

Søren Kierkegaard – Ultimatum í Antin ella (S. V. II s. 310-18)

Jónas
Jónas Thomsen er ungur eysturoyingur og gongur í verandi løtu á búskaparbreyt á miðnámi á Kambsdali.