Hetta uppskotið er at finna í Lítlu Katekismus og aftast í sálmabók føroya kirkju.
Forkláringar
Tá ið nevnt verður, at ein skal “signa seg,” merkir tað, at man skal sláa kross yvir seg.
Trúarorðini eru Ápostólska trúarjáttanin.
Faðir Vár: https://fo.wikisource.org/wiki/Fa%C3%B0ir_v%C3%A1r
Morgunbøn
Um morgunin, tá ið tú fert upp, skalt tú signa teg og siga: Í navni Faðirsins, Sonarins og hins Heilaga Anda! Amen.
Sig so á knøum ella standandi Trúarorðini og Faðirvár. Um tú vilt, kanst tú eisini biðja hesa lítlu bøn: Eg takki tær, himmalski Faðir mín, við Jesusi Kristi, elskuliga syni tínum, fyri at tú hesa nátt hevur varðveitt meg frá øllum skaða og váða; og eg biði teg, at tú eisini í dag vil varða meg frá synd og øllum illum, so at alt yrki mítt og øll atferð mín má líka tær væl. Tí eg gevi meg við likami og sál og øllum lutum í hendur tínar. Tín heilagi eingil veri við mær, fyri at Illimaður ikki skal fáa nakað vald á mær! Amen.
Far so við gleði til arbeiðis. Tú kanst eisini syngja ein sálm, sum t.d. ”Óttast barn mítt sannan Gud’, ella okkurt annað, ið kann vera til ugga.
Aftanbøn
Um kvøldið, tá ið tú fert at leggjast, skalt tú signa teg og siga: Í navni Faðirsins, Sonarins og hins Heilaga Anda! Amen.
Sig so á knøum ella standandi trúarorðini og faðirvár. Um tú vilt, kanst tú eisini biðja hesa lítlu bøn: Eg takki tær, himmalski Faðir mín, við Jesusi Kristi, elskuliga syni tínum, fyri at tú henda dag náðiliga hevur varðveitt meg; og eg biði teg, at tú vilt fyrigeva mær allar syndir mínar, sum eg havi gjørt tær ímóti við, og náðiliga varða meg í nátt. Tí eg gevi meg við likami og sál og øllum lutum í hendur tínar. Tín heilagi eingil veri við mær, fyri at Illimaður ikki skal fáa nakað vald á mær! Amen.
Og so alt fyri eitt glaður at sova.