Tala. Gjøgnumgonga av sálma 32, har spurningurin verður settur: Hvat er at vera sælur? Hvør er sælur? og hvussu verður ein sælur?
Allar notur eru viðmerktar niðast á síðuni
Trýst á her fyri at lesa sálma 32
Sálmur 32
Av Dávidi; ein maskil. (Nota 1)
v1 Sælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið, hvørs synd er kvittað. v2 Sælur er maður, hvørs syndasekt Harrin ei roknar, og í hvørs anda ikki eru svik.
v3 Meðan eg tagdi, tærdust míni bein av míni stynjan tann líðilanga dag; v4 tí tungt lá á mær hond tín bæði nátt og dag. Mín lívsalvi tornaði upp sum í brennandi summarhita. Sela.
v5 Tá segði eg tær mína synd og duldi ei misbrot míni. Eg segði: «Fyri Harranum eg vil kennast við misgerðir mínar;» og tú, tú fyrigavst mær syndasekt mína. Sela. v6 Harfyri allir gudsdýrkarar eiga at biðja til tín ta stund, tú ert at finna. Um vatnflóðir miklar koma, hjá teimum skulu tær ei bera við.
v7 Tú skjól mær ert, tú úr vanda mær bjargar, íkring meg tú letur ljóða frelsunnar fagnaðarróp. Sela.
v8 Eg vil teg læra og vísa tær vegin, tú skalt ganga, eg vil hava eyguni eftir tær. v9 Verið ikki eins og ross og múldjór, ið einki hava vit; teirra prýði er teymur og boygsl, sum tú temur tey við, annars koma tey tær ikki nær.
v10 Mangar eru kvalir tær, ið ráma gudleysan mann; men tann, ið á Harran lítur, verður krýndur av honum við miskunn. v11 Gleðist um Harran og fegnist, rættvísu menn! Syngið av gleði, allir, ið rættsintir eru!
Sælur er eitt orð, sum kemur javnan fram í okkara bíbliu. Tað verður umsett á ymsan hátt í ymsum bíblium: Eydnusamur (NS), Vælsignaður (FKJ), Blessed (EN.), Lyksalig (DK.), og so okkara bíblia, Sælur (JD, VD). Og allar hesar týðingarnar eru rættar ífylgið grundtekstinum. Orðið sælur merkir, at vera Hjartans Lukkuligur. Og eg hugsi um at vera hjartans lukkuligur; hvør vil ikki vera hjartans lukkuligur? Øll vilja vera hjartans lukkulig! Fólk seta tað, at verða glað, sum sítt hægsta endamál í lívinum.
Fólk leita alla møguligastaðni fyri at verða lukkulig: Sosialir miðlar, royna at verða kend, tjena pengar, meditatión, o.s.v.s.v.. Men tað sum vit altíð síggja aftur, er, tá ein fær eitt-hvørt sum hann ynskti sær, tá vil hann bara hava meir. Tú hevur sikkurt prøva at arbeitt okkurt (kanska í summarferiuni). Tá so lønarseðilin kemur er tað bara mega lekkurt. Tú fert kanska ein túr til Havnar, tí tú manglaði eina nýggja telefon, keypir hana, og tað er bara mega lekkurt. Men so skjótt sum tú hevur keypt hesa iphone; nú vilt tú knappliga hava eitt cover afturvið, og so airpods, og so eisini eina MacBook. Og soleiðis gongur tað umaftur og umaftur. Hoyr meg ikki skeivt, eg royni ikki at siga at tú ikki kanst keypa tær eina nýggja telefon, tað er ordliga lekkurt at hava góða tøkni. Nei, eg royni heldur at vísa á, og harvið at seta spurningin: Man hetta vera eitt gott grundarlag at byggja sína Lukku/Sælu á? Ella vit taka sosialar miðlar. Tú leggur eitt uppslag út á Instagram. Tey fyrstu tíggju like’a tað, síðani tjúgu afturat, knappliga ert tú uppi á hundrað likes um títt uppslag, men hvat, tú vilt bara hava meir. Tú sært hvar eg fari við hesum…: Hvussu í verðini ætlar tú tær nakrantíð at verða Sælur, tá tú byggir tína gleði (Lív/Lukku) á likes?! Sjálvt um tú kanska heldur tað nú, so er tað onki mark, sum sigur: “so-og-so nógv likes skalt tú fáa”, fyri at verða Hjartans Lukkuligur (sælur). Fekk tú túsund likes, tá vildi tú bert hava túsund afturat! Og eg kundi blivið við-og-við, um øll tey tingini sum vit finna í heiminum, og høvdu kunnað roynt at bygt okkara lukku á.
Alt endar í vónloysi, vit koma ongantíð á mál (t.e. til Sælu) við hesum.
v1 Sælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið, hvørs synd er kvittað.
Tað fyrsta sum eg vil hava, at vit leggja merki til er, at nú verður orðið Sæla latið upp fyri okkum. At vera sælur kemur nú, ífylgið hesum tekstinum, ikki frá nøkrum, sum vit sjálvi gera, men nakað sum Guð ger. Og eg hugsi at gera tað soleiðis, meðan vit gjøgnumganga sálmin: at grava djypri og djypri í, hvat tað er at vera sælur. Eg fari so smáliga at leypa hesi bæði versini um (v. 1-2), men vit koma aftur til tey!
Vit fara at flyta okkum til vers 3 og 4. Sum vit sóu í vers 1, so hava vit nakað við synd at gera. Og tá vit lesa í 3. Versi, “Meðan eg tagdi”, so betýðir tað, meðan Dávid ikki játtaði sína synd (/áðrenn Dávid játtaði sína synd). Tað er so, at fleiri bíbliugranskarir meta, at hesin sálmurin er eitt aftursvar til Sálm. 51. Tann sálmurin, sálmur 51, er Dávid, sum játtar sína synd yvirfyri Guði, ta ferðina hann framdi hor við Batsebu. Tí er tað rímiligt at trúgva, at sálmur 32 er Dávid, sum uppsummerar tað, sum gekk fyri seg rundan um Sálma 51. Og vit síggja hvørja ávirkan tað hevði á Dávid, ikki at játta sína synd yvirfyri Guði.
v3 Meðan eg tagdi, tærdust míni bein av míni stynjan tann líðilanga dag; v4 tí tungt lá á mær hond tín bæði nátt og dag. Mín lívsalvi tornaði upp sum í brennandi summarhita.
Dávid lýsir tað soleiðis, at øll hansara lívsmegi var burtur. Hann orkaði ikki at ganga, og hansara motivatión var fullkomiliga farin. Tykist hesin persónurin at vera sælur? Tað haldi eg ikki. Men vit kunnu spyrja: hvat var tað sum gjørdi Dávid ósælan? Tað var syndin. Syndin er orsøkin til ósælu. Tí vit vita, at tá vit synda, so er tað sum-um, at vit siga við Guð, “Eg veit betur enn tú”, tí at Guð hevur biðið okkum ikki gera eitthvørt, men vit gera tað allíkavæl, tí at vit líta á okkum sjálvi. Men hvat, líkasum eg áður nevndi, er tað so, at so skjótt sum vit byrja at byggja okkara lív, okkara lukku (sælu), á nakað sum vit gera, fella vit í vónloysi.
Tí at tá alt kemur til alt, síggja vit, at onki sum vit gera varir í ævir, ella er støðufast. Alt dettur sundur einaferð. Og tí síggja vit, at Dávid ger tað, sum vit øll burdu gjørt, tá vit hava sæð, at vit, í okkum sjálvum, ikki kunnu smíðja eitt grundarlag at byggja okkara lív á. Hann fer til Guð. Tað eigur at vera so hjá okkum, at tá vit síggja at vit ikki kunna byggja eitt støðufast grundarlag í okkum sjálvum, at vit samstundis sum vit venda okkum til Guð fyri at søkja eitt grundarlag, at vit játta okkara syndir. Tí tá vit síggja at Guð (og hansara orð) er tað einasta støðufasta grundarlag (sum vit kunnu byggja okkara lív á), tá mugu vit eisini ásanna, at Guð hevur rætt í øllum. Eisini í tíni og míni synd!
Tá vit síggja tað, kunnu vit einans venda okkum til hansara og siga: “Guð, eg havi syndað ímóti tær. Tú veitst best. (Tú ert mín einasta vón fyri framman).” Vit mugu innsíggja tað, sum Guð kallar synd, eisini siga at tað er synd, og játta okkum sek (Nota 2) og trúgva. Tað ger Dávid í 5. versi, og har síggja vit eisini hvussu Guð svarar aftur, tá vit játta okkara synd fyri honum.
v5 Tá segði eg tær mína synd og duldi ei misbrot míni. Eg segði: «Fyri Harranum eg vil kennast við misgerðir mínar;» og tú, tú fyrigavst mær syndasekt mína.
Guð fyrigav honum. Dávid játtaði sína synd, og Guð veitti honum fyrigeving, tí tað lovar Hann (Guð) í sínum orði:
1. Jóh. 1,9: [tí,] Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Við tað, at Jesus Kristus er deyður fyri allar okkara syndir, kann Guð nú vera rættvísur (sum tað stendur í 1. Jóh. 1,9), at hann kann fyrigeva okkum okkara syndir, uttan at nakað sum vit gera, verður blandað uppí (Nota 3).
At endans fara vit at blaða upp til Rómverjabrævið kapitul 4, har Paulus faktiskt siterar hendan sálmin:
Róm. 4,6-8: Eins og eisini Dávid prísar tann mann sælan, sum Guð tilroknar rættvísi uttan gerningar: «Sælir eru teir, sum hava misbrot síni fyrigivin og syndir sínar huldar. Sælur er maður, sum Harrin ikki tilroknar synd.»
Hesi versini (Sálm. 32,1-2; Róm. 4,6-8) lýsa okkum einfalt um, hvør tað er, sum verður frelstur (Sælur). Paulus sigur tað klárt: Dávid kallar tann mann sælan, sum Guð tilroknar rættvísi (hevur fyrigivið) uttan gerningar. Hetta staðfestir okkum at tað er munur á at trúgva og tað at royna at arbeiða seg fram til sælu. Tí at trúgvin er tað øvugta av, at hava nakað í sær sjálvum at grunda sína sælu á. Gjøgnum tað, sum Dávid sigur í Sálma 32 (v. 1-2), sigur Guð við okkum at vit fáa syndanna fyrigeving púrasta ókeypis, óuppiborið, av náði. Orðið Rættvísgerðing, í Bíbliuni, lýsir sikkurt tað, sum hendir her best. Rættvísgerðing kann lýsast uppá hendan mátan: At vit fáa tað, sum Jesus er og hevur gjørt, av tí at hann fekk og tók alt tað uppá seg, sum vit vit høvdu gjørt. Tann persónurin er Sælur! (Nota 4) Her fáa vit eisini svar uppá spurningin, hvat tað veruliga merkir, at vera sælur. “Sælur” er nevnliga ikki ein kensla, men ein støða, eini viðurskifti, yvirfyri Guði. Vit eiga tí at ansa okkum eftir, at vit ikki royna at finna “prógv” uppá okkara sælu í okkara kenslum ella upplivingum. Minst til hvat Guðs Orð sigur! (Nota 5)
Sælur merkir, at syndin er fyrigivin, og at vit eru rein í Guðs eygum og uttan synd, tí at vit hava fingið tann rættin sum Jesus hevur. At vera sælur er, at verða mettur av Guði sum um vit vóru Jesus, tí at vit eiga rættin og eru Guðs børn. Og alt tað verða vit uttan nakað arbeiði av okkum sjálvum, tá vit fara til Jesus við okkara syndum. Tí at vera sælur eigur ikki sína grund í okkum sjálvum, men eina og aleina í okkara viðurskiftum við Jesus.
Jóh. 3,36: Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív;
So tú, góða mennsikja. Um tú enn ikki hevur verið hjá Jesusi fyri at fáa tínar syndir fyrigivnar, kom í dag! Tí at har, sum játtan av syndum er, har er fyrigeving, og har, sum syndanna fyrigeving er, har er Lív og Sæla! (Nota 6)
Trýst á her fyri at síggja Notur
- Orðið Maskil (v.1) merkir í grundini ein Lærusálmur ella ein sálmur til undirvísingar.
- Grikska orðið fyri at játta er ὁμολογέω (Homologeo), sum merkir, at siga tað sama.
- Róm. 3:23-26
- Øivind Andersen, Rættvísgjørd av trúgv: s. 51-53
- Luk. 11:28
- “…har, sum syndanna fyrigeving er…” – Martin Luther, Lítla Katekismus