Langdrigni krossurin

Andakt. Eitt føroyskað brot eftir Christian Scirever.

Sl. 13:2-3. Um at bíða eftir Guði og finna hvíld í hansara lyftum, hóast ein má liva undir tí krossi, ið plágar dagliga.

Krossurin, ið varir leingi er serliga tungur at bera. Tá ið ein ferðamaður ber eina byrðu (t.d. ein ryggsekk) í longri tíð, verður byrðan tyngri og tyngri. Í sær sjálvum er byrðan tann sama, men megin hjá ferðamanninum gerst veikari og veikari. Tískil kennist byrðan tyngri og tyngri.

Tey gomlu heilagu gramdu seg ofta, eins og Dávid gjørdi í síni neyð:

“Harri, hvør leingi vilt tú meg allar ævir gloyma? Hvør leingi vilt tú títt andlit fyri mær fjala? Hvør leingi skal eg bera harm í míni sál, trega í mínum hjarta dag eftir dag?” (Sl. 13:2-3).

Langdrigni krossurin ber nevnliga tað við sær, at ein fer at hugsa, at Guð hevur gloymt sítt fólk og hevur fjalt andlit sítt fyri teimum. Guð vil ikki kennast við meg. Hann hevur gloymt meg. Eg eri vikin frá hansara ásjón. Tá verða sorgirnar tyngri og tyngri. Hjartað óttast. Svøvnleysu næturnar gerast fleiri, og tað spretta nógvir tankar og nógv gremjan. Fíggindar mínir plága meg: ”Hvar er Guð tín?” (Sl. 42:2).

Sum tíðin líður, hava vinir mínir minni og minni samkenslu við mær í míni neyð.

Tað besta at gera hjá tí, sum ber ein langdrignan kross er at bíða eftir Guði og at taka sær skjól hjá honum. Óansæð hvat Sátan, heimurin, vitið og skilið siga mær, biði eg um, at eg má fáa ta djarvu/óttaleysu trúnna, ið krøkir seg til Guðs og er áhaldandi í bønini, inntil hjálpin kemur. Sátan sigur, at Guð hevur gloymt meg, men eg veit betur! Guð kann og ynskir og skal og fer ikki at gloyma meg.

”Hví ert tú, sál mín, stúrin og bylgist so stórum í mær? Bíða eftir Guði, tí aftur enn skal eg honum lova, ásjónar frelsu mínar og mínum Guði” (Sl. 42:6)

Guð hevur sína ætlan við at lata síni børn bíða eftir hjálpini.

Tann langdrigni krossur lærir okkum at biða, leita og at banka á dyrnar. Trúgvin og kærleikin og vónin verða roynd í krossinum. Og hetta eigur at vera ein troyst hjá øllum Guðs líðandi og syrgjandi vinum: at hóast krossins tíð verður bæði drúgv og tung, er Guð ikki vreiður í allar ævir. Hóast at stríðið varir leingi, variri tað tó ikki í ævir. Og tann langdrigna líðingin er bert ein fyrireiking til eina undurfulla og langdrigna gleði.

Av hesum sigi eg, góðu kristnu vinir, tit, ið stríðast undir krossinum: Havið gott treyst! Einaferð fer Guð sjálvur at turka hvørt tár av eygum tykkara.

Mong líðandi børn Guðs gremja seg um, at tey ikki longur kunnu tæna Guði.

Tey megna kanska ikki at luttaka í tí heilaga samfelagnum longur. Tey megna ikki at koma og lurta eftir Guðs orði, og tey eru vorðin heilt óskikkað til at tæna sínum næsta. Tey eru ónýtilig í hesum heimi. Soleiðis sær tað út.

Tað er satt, at tað er gott og týdningarmikið at ganga í kirkju ofta og við ágrýtni. Tann ytra gudstænastan er góð; men tann innara er tó av nógv størri týdningi. Tað eru mong, ið æra Guði við vørrunum, meðan hjartað er langt burtur frá honum. Sangirnir og sálmarnir, ið hesir svikarar syngja er gangur og larmur í Guðs oyrum (Ám. 5:23). Harímót eru bønirnar hjá tí syrgjandi og gudsóttandi hjarta eitt vakurt lag hjá Guði, ið einglarnir undra seg um.

Kann tað vera so, at gudsóttandi menniskju, ið tolin bíða eftir sínum Guði eru av ongari nyttu í hesum heimi?

Tað er jú eingin blóma, ið er so ónýtilig, og eingin maðkur, ið er so mikið litil, at tey ikki kunnu hava nakra nyttu.

Hevur tað gudsóttandi mennsikjað, sum krøkir seg til Jesus, og sum elskar Guð og søkir sær skjól hjá honum tá ikki eisini sín gerning í hesi verð?

Tað líðandi menniskjað gremur seg ofta: Megni eg stríðið? Eg eri so bangin fyri, at eg gerist ótolin, at eg verði troytt/ur og syndi ímóti Guði.

Men minst til: Guð er ein góður og náðigur Faðir. Hann veit, at vit eru dust. Hann fyrigevur okkum syndir okkara fyri Jesu Krists skyld. Tá ið Hansara børn falla á knæ útlúgvað av byrðuni, kann Guð vísa sína kraft í neyðini. Tá ið vitið sigur: “Eg orki ikki longur,” svarar trúgvin: “Men eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan.”

“Men Guð alrar náðar, sum kallaði tykkum til sína ævigu dýrd í Kristi Jesusi, aftan á líðing eina stutta tíð, hann skal sjálvur gera tykkum fulldugandi, menna, styrkja, grundfesta tykkum. Hansara er mátturin um aldur og allar ævir. Amen” (1. Pæt. 5:10-11).

Lítið brot úr Christians Scrivers bók ‘Sálargripur’. Týtt úr donskum.

Jónas
Jónas Thomsen er ungur eysturoyingur og er í verandi løtu gudfrøðilesandi á Keypmannahavnar universiteti og Dansk Bibel Institut.