Ymiskt gott andaligt tilfar á Youtube, sum er væl dámt
Missiónshúsið Tabor á Toftum: Mítt heima-missiónshús. Her eru talurnar frá møtunum. Tær eru uppbyggiligar og evangeliskar. Eg mæli tó til, at tú trýstir á “Live”-feltið á youtubevanganum, av tí at helmingurin av møtunum verða beinleiðis livestreamað
Bryan Wolfmueller: Amerikanskur prestur. Hevur eina videorøð, har hann og ein annar viðgera innsendar spurningar. Hevur tó eisini nógv góð video, har hann tosar um ymsik evni og viðger bíbliutekstir
Den evangeliske lære: Føroyskur prestur búsitandi í Danmark. Tosar nógv um grundleggjandi læru í kristnitrúnni
Testify Apologetics: Góð, einføld trúarverja fyri ung, ið ynskja at fordjúpa seg í, hvussu ein svarar fyri sína trúgv
Pastor study: Góður amerikanskur prestur, ið tekur viðkomandi evnir fram og ger tað lætt skilligt
Dr. Jordan Cooper: Amerikanskur gudfrøðingur. Viðgerð tyngri teologiskt evni, tó eru fleiri stutt video við grundleggjandi læru
Truth Unites: Gavin Ortlund (PhD) er Baptistaprestur, og arbeiðir við at veita evangeli-vissu gjøgnum kirkjusøgu og (til eitt vist) heimspeki
Ryan Reeves: Amerikanskur søgufrøðingur. Veitir gott innlit til heims-kirkjusøgu
Forkynneren 12:13: Gamlar norskar talur eftir Norskum evangeliskum risum: Øivind Andersen, Ole Hallesby u.a.
Mike Winger: Amerikanskur prestur. Svarar innsendar spurningar og gjøgnumgongur bíbliutekstir
