Leif Andersen lýsir Róm. 1,17

Eitt føroyskað brot úr bókini “Kommentar til Romerbrevet”, ið lýsir einastandandi væl og troystandi læruna um rættvísgering av trúgv.

Longu í heilsanini (v. 1-16) avdúkaði Paulus sítt høvuðstema: gleðiboðskapin um Jesus. Nú – í 1,17, tað mest stúgvaða versið í øllum brævinum – lýsir hann út í æsir tað, ið hann er vorðin serkønur í.

Temaversið er so fult og stúgvað, at tá ið Luther uppdagaði, hvat ið innihaldið í versinum veruliga var, so oysti tað út allarhelst stórstu drívmegina yvirhøvur í trúbótini (reformatiónini)! Og henda uppdagan lýsir so hóskandi, hvør týdningurin í versinum er:

“Tí at rættvísi Guðs verður í honum (í gleðiboðskapinum) opinberað av trúgv til trúar, eins og skrivað stendur: »Men hin rættvísi skal liva av trúgv.«” Luther hevur greitt frá, at í fyrstuni var tað ikki nakað vers í Skriftini, ið hann óttaðist og hataði líka nógv sum hetta! Tí at hann skilti “Guðs rættvísi” sum ein eginleika hjá Guði – altso at Guð var rættvísur! Og um enntá gleðiboðskapurin prædikaði, at Guð var rættvísur, so var tað úti við syndarum sum Luther og okkum øllum. Tí ein rættvísur Guð mátti jú straffa syndarar og fríkenna tey óseku…

Men so uppdagaði Luther sín mislestur: Hann hevði ikki sæð smanhangin við seinnu helvt av versinum: endurgevingina úr Hab. 2,4: “Hin rættvísi skal liva av trúgv”. Her er hin rættvísi ikki Guð, men hin trúgvandi! “Guðs rættvísi” er í hesum versi ikki ein eginleiki hjá Guði, men ein gáva frá Guði til tann trúgvandi – altso at vit eru rættvís (2. Kor. 5,21).

Trupulleikin er, at í dag hava vit tað trupult við at síggja dýpdina í hugtakinum “rættvísi”. Vit hugsa nevnliga um rættvísi sum nakað, ið ein góður dómari útinnir; men í Skriftini lýsir hugtakið rætt og slætt fullfíggjaða, persónliga fullkomileikan yvir fyri Guðs lóg!

Róm. 1,17 merkir sostatt: – í gleðiboðskapinum verður opinberað, at Guð gevur fullkomileika til tann, sum trýr! Men hetta er væl at merkja ikki ein tilognað rættvísi, soleiðis at vit við Guðs kraft støðugt gerast meira og meira rættvís og heilag í okkum sjálvum. Hetta er ein tilroknað rættvísi – ein fullkomileiki, ið verður syndaranum tilroknaður fyri Jesu skyld! Avgjørt og í stundini, eins og vóru vit Jesus sjálvur…

Tá ið vit trúgva, eru vit altso enn syndug í okkum sjálvum; men í Jesusi eru vit fullkomin! – fullkomin, eins og hann sjálvur er tað. Hetta er størsti tvídráttur í kristnilívinum yvirhøvur: at vit uppliva og kenna okkum sjálv sum syndarar (og sanniliga eru vit tað mótvegis næstanum og okkum sjálvum!), men trúgva okkum sjálv sum rættvís (og sanniliga eru vit tað mótvegis Guði!).

“Og tá var tað, eins og himmalin opnaðist fyri mær,” greiðir Luther frá. Og hetta óttaða versið varð til hansara mest elskaða í allari Skriftini. Tí tá kunnu syndarar “liva av trúgv” – longu nú rættvísir í Jesusi, líkasum vit á nýggju jørðini fara at vera í okkum sjálvum.

At vit “liva av trúgv” merkir harvið eisini, at trúgvin ikki bert eyðkennir fyrstu umvendingina. Hon eyðmerkir alt kristnilívið! Eisini í stytta “av trúgv til trúar” er fjaldur ein serligur jødiskur háttur at lýsa tað fullfíggjaða: Tað byrjar við trúgv, tað endar við trúgv, tað livir av trúgv allan vegin.

Tað ber eisini til at skilja tað soleiðis, at “í honum verður Guðs rættvísi av trúgv opinberað” – rættvísin er ein trúarrættvísi og ikki er gerningsrættvísi – og “tað verður opinberað til trúar,” tvs. sjálv boðanin av trúarrættvísini skapar trúnna í okkum!

Tað er, eins og himmalin opnast fyri okkum.

Leif Andersen, Kommentar til Romerbrevet (Lohse 2018), s. 15-17

Keyp bókina her!:  Manna.fo / Lohse.dk

Jónas
Jónas Thomsen er ungur eysturoyingur og gongur í verandi løtu á búskaparbreyt á miðnámi á Kambsdali.