Rómverjabrævið kap. 1 (Notur)

Hetta eru notur, ið vóru nýttar til ein bíbliutíma, og er teksturin tí eitt sindur knortlutur við mongum stavivillum. Bíbliutímin var hildin 05.11.2025.

Vónandi kann hetta vera til uppbygging og øktum áhuga fyri lesnaði av Guðs Orði.

Innleiðsla til bíbliutíman

  • Eftirsum at rómverjar høvdu gjørt so nógvar góðar vegir fyri at stimbra handilsvinnuna í ríkinum, var tað skótt, at Kristindómur kom til Róm; men hesir vegir høvdu eisini við sær, at í teirri tíð vóru nógvir jødar, ið vóru fluttir til Róm. Teir bygdu synagogur og sloppu at praktisera teirra religión í Róm. Tað verður roknað við, at í tíð Augustusar 4 mió jødar og proselyttar útav 54 mío íbúgvum – also 7%. (Kirke- og missionshistoriske skikkelser)
  • Hetta er týdningarmikið hjá okkum at vita, tí tá skilja vit, at í Rómversku kirkjuni vóru tað bæði heidningar (rómverjar) og jødar.
  • Hetta kann eisini siga okkum um stovningina av rómversku kirkjuni: Ein møguleiki er, at rómverskir-jødar høvdu verið á pílagrímsferð til Jerúsalem á hvítusunnu (Áps. 2) og síðan vorðnir umvendir tá og hava síðan ført kristindómin til Róm.
  • Hetta er ein roynd at gera eina erliga útlegging av skriftini.
  • Skrivað móti endanum av Paulusar 3. Missiónsferð. – Paulus hevur ikki verið hjá kirkjuni fyrr (v. 10)

Vers. 1

Paulus, tænari Jesu Krists, kallaður til ápostuls: Byrjar við at staðfesta autoritet:

  • Í fornkirkjuni vóru tað ikki bert teir tólv og Paulus, ið vórðu kendir sum ápostlar (t.d. Apollos í 1. Kor. 4,9; Barnabas og Harrans brøður í 1. Kor. 9,6).
  • Ein ápostul kann verða kallaður beinleiðis (umiddelbart) – av Jesusi sjónliga – ella óbeinleiðis (middelbart) – gjøgnum aðrar ápostlar. Tó høvdu teir, ið vórðu kallaðir beinleiðis av Jesusi eina serliga støðu millum hinar ápostlarnar.
  • Hetta er orsøkin til, at Paulus ikki bara kallar seg ein ápostul, tí tað vóru nógvir, ið kallaðu seg ápostlar uttan at av sonnum vera tað (2. Kor. 11,13-15). Men Paulus nevnir seg kallaðan til ápostuls, fyri at skilja seg frá ørðum “ápostlum”. Henda orðing hevur sama týdning sum Gal. 1,1.
  • Gal. 1,1: í Galatarbrævinum leggur Paulus stóran dent á ápostladømi, tí hann varð noyddur at vísa galatum á, at hann hevði meira vald (/var hægri) ein teir falslærarir, ið vóru í Galátiu. – at hann er kallaður til ápostuls: ikki av ella við nøkrum menniskja, men við Jesusi Kristi (umiddelbart). Við hesum staðfestir hann vald sítt.
  • Hetta skal siga okkum, at tað, ið vit nú fara at lesa (og øll brøv Paulusar fyri tann skuld) er Guðs (beinleiðis) orð til okkara, tí Paulus fekk sítt ápostladømi beinleiðis frá Jeusi og talar samsvaramdi hesum “embæti”/uppgávu. Vit verða sostatt noydd at virða øll orð Paulusar, eins og orð krists – tí tey hava jú sama vald.

Tilskilaður til at boða gleðiboðskap Guðs: Enn einaferð, Paulus kemur ikki við egnum boðskapi, men Guðs boðskapi/boðskapinum frá Guði (Gal. 1,8).

Vers. 2

Sum hann frammanundan gav fyrijáttan um: Gleðiboðskapurin hevur verið boðaður allan vegin í GT sum eitt lyfti – eitt lyfti um at einaferð skulu deyðin og syndin verða sorlað (1. Mós. 3,15). Hetta gjørdi hann gjøgnum profetarnar (Jes. 53), ið eisini boðaðu um ein einstakling, ið skuldi frelsa heimin. Ja, gleðiboðskapur Guðs er ikki ein flótandi boðskapur um okkurt abstrakt, men ein boðskapur um ein persón – Jesus Kristus (v. 3a).

Vers. 3

Síðani fer Paulus at argumentera fyri, at Jesus er akkurát tann, ið hevur verið boðaður um gjøgnum gamla testamentið.

Jesus Kristus er prógvaður at vera tann boðaði, tí:

  • Hann er eftir holdinum av Dávids ætt. Tað varð spáa í Jes. 9,7, at Kristus skuldi koma av Dávids ætt, soleiðis sum hann eisini er (Matt. 1,1). Tað, at Jesus uppfyllir GT-profetiir er ikki fremmant, og er eisini eitt prógv uppá, at Jesus er Messias/Kristus. (Gen. 3,15 og Gal. 4,4; Gen. 18,18 og Áps. 3,25; Gen. 49,10 og Luk. 3,23, 33;)
  • Men eftir Andanum er hann prógvaður á vera Guðs Sonur (og Messias) fyrst og fremst við uppreisnini. Gjøgnum NT sæst, at tað er uppreisnin av deyðum, ið er tað mest radikala, ið verður prædikað av ápostlunum (Áps. 17). TÍ er uppreisnin hæddarpunktið í heimssøguni. – Tí:

Vers. 5

Sum vit hava fingið náði við: Ja, uppreisnin er so mikil, tí tað er við henni, at vit hava fingið náði við. Andaliga sæð, kundi man sagt, at Jesus uppfyllir profetiini um, at syndin skal takast av og deyðans broddur verða brotin, við at Hann doyr við/fyri syndir okkara og reisir upp av deyðum fyri lív okkara. Og tað er í hesum sannleika, at vit tala um hann.

  • Trúarlýdni her merkir, at fáa heidningarnar at boyggja seg undir Jesu almenna vald (Matt. 28,18). Satt lýdni fyri Guði er, at boyggja seg fyri Kristi – og tað verður gjørt við trúgv á hann.
  • Trúarlýdni kann eisini merkja, at gerast lýðin læru ápostlanna (Áps. 6,7).

Og alt hetta verður gjørt til heiðurs fyri navn hansara (fil. 2,9).

Vers. 6

Tað er Kristus, ið kallar okkum. Sum tað varð sagt til møtið sunnudagin, so hvílir okkara frelsa ikki á okkara ja til Jesus, men hansara ja til okkum.

Vers. 7

Her fer Paulus – eins og hann er vanur at gera í heilsanum sínum – at greiða okkum fyri nøkrum eyðkennum kirkjunnar:

  • Guðs elskaðu: Tá vit koma í lívssamfelag við Guð ígjøgnum Krist, fáa vit eitt serligt forhold við Guð. Bíblian nýtir nógvar myndir til hetta, sterkasta av teimum er nokk tað, at vit eru Guðs børn (Jóh. 1,12; Róm. 8,14;16). Ja, vit eru elskað av Guði eins og faðir elskar síni børn. – hesum fáa vit eisini serligt forhold til hvønn annan: vit gerast systkin (1. Kor. 1,1).
  • Kallaðu: Fyrst og fremst kallað til at venda um til Guðs; síðan kallað til eitt heilagt lív.
  • Heilagu: Her koma vit inn í kjarnina av rættvísgeringini. Vit, ið hava sett okkara álit til Krist eru reinsað frá allari órættvísi, við tað at Guð tilroknar okkum ikki longur okkara syndir, men tilroknar okkum Kristi rættvísi (Róm. 4,5) – og eru vit tískil heilag fyri ásjón hansara (Kol.1,21-22). [Kann eisini umsetast: Kallað heilag]

Vers. 8

Tað, at Paulus ikki rósar rómverjum fyri trúnna, men heldur takkar Guði fyri trúnna týðir á, at trúgvin er ein gáva frá Guði (Ef. 2,8).

Trúgv tykkara er tiltikin um allan heimin: Tað er til sera stóra uppyggjan hjá øðrum kristnum, tá tey vita, at onnur trúgvandi halda fast við vitnisburðin – serstakliga tá tað eru tey kristnu í høvuðsstaðnum í rómverska ríkinum. Soleiðis kann tað eisini vera uppbyggjandi hjá øðrum, tá vit varðveita okkara vitnisburð í bygdini/heiminum.

Vers. 9 – 11

Her tekur Paulus Guð sum vitni, fyri at gera rómverjar vísar í, at hann ynskir innarliga at møta teimum, sjálvt um hann aldri hevði møtt teimum fyrr. Men lítið veit Paulus, at hann skal koma til Róm, men í “vanæru”, við tað at hann verður førdur inn í Róm í ketum, sum ein rómverskur fangi (Áps. 27).

Vers. 12 – 13

Til tess at eg kundi uggast saman við tykkum: Eg trúgvi, at tað liggur nakað í hesum. Framum tað, at Paulus vil koma at hjálpa kirkjuni í Róm, ynskir hann at koma hartil fyri at verða uggaður. Ein prædikumaður fer altíð at uppliva mótstøðu, og verður av heiminum freistaður til at skammast við gleðiboðskapin. Tí er tað týdningarmikið, at vit taka okkum væl av teimum, ið boða Orðið, tí hesir hava ivaleyst tørv á at verða uggaðir/uppbygdir.

Vers. 14

Paulus skilir ímillum tvey sløg av heidningum: Grikkum og Barbárum. Grikkar vóru kritiskir, djúphugsandi og filosofiskir og verða tí kallaðir vísir. Harímót vóru barbárar meira grovir, sutthugsandi og ógvusligir og verða tí kallaðir fákunnugir.

Paulus sigur, at hann stendur í skuld til allar heidningar (Grikkar og barbárar) – tvs. at hann kendi eina skuldakenslu fyri, at hann skyldaði teimum evangeliið.

Vers. 15

Paulus sigur, at fyri sína egnu skyld er hann til reiðar (fúsur) at prædika í Róm, men hann tekur ikki avgrerðir eftir sínum egna vilja, men eftir Guðs vilja. Hann ynskir innarliga at koma at prædika har… hví?

Nú kemur Paulus inn á hvør boðskapurin er, ið Paulus so gjarna vil prædika.

Vers. 16

Hesi vers (16-17) eru kjarnin í brævinum og eru tey vers, ið alt annað í brævinum spretta út av.

Eg skammist ikki við gleðiboðskapin: Hetta sigur okkum, at skammilsiskenslan møguliga ikki var heilt fremmand fyri Paulus. Hann hevði allan rætt til at skammast við boðskapin: Evangeliið verður fatað sum dárskapur fyri almenningin (1. Kor. 1,23); eisini teir jødar, ið fyrst fingu evangeliið vrakaðu tað, harímót nógvir av heidningunum tóku við boðskapinum, ið eisini er ein orsøk hjá Paulusi (einum jøda) at skammast.

Eitt annað viðvíkjandi at skammast er, at tað verður bert tosað um mótstøðuna, ið vit fáa frá øðrum menniskjum, men ein kristin fer sanniliga eiini at møta mótstøðu og atfinningum frá sínum egna hjarta. Bæði skynsemin og kenslurnar og hin náttúrligi “gudrøkiskapurin” mótmæla altíð, at tað er nóg mikið at liva uppá rættvísina hjá einum øðrum.

Nei, hann skammast ikki, tí tað góða er størri enn tað ringara:

Hann er Guðs kraft til frelsu: Evangeliið er ikki bert ein boðskapur um Guðs kraft, men hann ER Guðs kraft, Guðs frelsandi kraft.

Hvat er tað, ið fólk leita eftir, tá tey uppsøkja grøðingarmøtir ella tað, sum vit síggja úr Ameriku, at verða “sligin í andanum” ella ógvusligar “andaligar” upplivingar; ella tá Katólska kirkjan bjóðaði fólki at keypa sær fyrigeving ella at skoða og nerta við leivdir av ymsum halgimenni fyri fyrigeving? Tey leita eftir kraft. Tey ynskja eina kristiliga uppliving, ið er merkt av kraft – sjónligari kraft. Rætt er tað, at tey ynskja Guðs kraft, men kraftin finst ikki í karismatiskum “profetum” ella í skegginum av Jóhannes doypara, men heldur er evangeliið Guðs kraft!

Tað hevur líkað Guði, ikki at leggja sína kraft í nakað, sum nøktar likam okkara, ella nakað, sum er kraftmikið í sær sjálvum, men í ein boðskap. Ja, Guð hevur lagt alla kraftina av deyða og uppreisn krist í Orðið – hetta er eisini orsøkin til, at skriftin so ofta tosar um, at evangeliið/orðið reinsar og frelsir (Jóh. 15,3; Jes. 55,5; Ják. 1,18;21; 1. Pæt. 1,23). Hetta er tað, ið gomlu teologarnir hava meint, tá teir hava tosað um náðievni (náðimiðlar; nådemiddel) – also tað, at Guð knýtir sína náði og frelsandi kraft til nøkur ítøkilig/fysisk evni/instrumentir/miðlar. Og akkurát hetta, at Guð frelsir/kallar gjøgnum Orðið verður klárt útlagt av Paulusi í 1. Kor. 1,21.

Sostatt er gleðiboðskapurin Guðs kraft. Og við hesum svarar skriftin okkum tann brennandi spurningin: Hvussu verði eg frelstur? Hvussu verði eg loystur frá syndini? – við at koma undir evangeliið. Tí tann sum kemur undir ávirkan av evangeliinum er undir Guðs kraftar ávirkan. Hvussu verður tá evangeliið (gleðiboskapurin) móttikið – at ein kann ogna sær frelsu?

Við trúgv.

Fyri hvønn tann, sum trýr: Tann, ið trýr gleðiboðskapin um Jesus sum deyður fyri heimsins syndir og risin upp fyri lív teirra frelstu, hevur ævigt lív (Jóh. 5,25).

Her fáa vit ein mótsetning til lógina. “Lógin spyr ikki um trúgv, men heldur «tann, sum ger eftir hesum, skal liva við tað.»,” stendur í Gal. 3,12, og her síggja vit ein avgerandi mun millum lógina og evangeliið: meðan treytin hjá lógini er, at tú skalt gera hetta og hatta, so er treytin hjá evangeliinum, at tú lítir (stólar) á eitt lyfti/boðskap – út við gerningum. Við evangeliinum er tað líkamikið, hvør tú ert, hvat ið tú ert, ella hvat tú hevur gjørt; tí tekur tú við (trýr) gleðiboðskapinum, so verður tær frelsan handað.

Hetta vil siga, at Evangeliið bert er Guðs kraft til frelsu fyri tann, sum trýr.

Bæði fyri jøda fyrst og síðan fyri grikka.: Paulus avsigur ikki, at jødarnir hava frá upphavið verið ætlaðir at vera partur í Guðs frelsuætlan, men orsaka av teirra herdaða hjarta, er Evangeliið breitt út til heidningarnar. Hetta vil siga, at Guðs kirkja er Universal, katólsk, almenn: Ikki bundin at institutión (Kaolikkar eru undir pávanum; og Orthodoksarnir undir traditiónini) – heldur er Guðs kirkja har, sum Evangeliið er.

Vers. 17

Rættvísi Guðs: Tað var við hesum versi (v.17), at Martin Luther í síni fyrireiking til ein fyrilestur um Rómverjabrævið skeitti at viðmerking Augustins um hetta versið og sá, at hendan Guðs rættvísi ikki var tann dømandi og krevjandi Guðs rættvísi, ið hann hevði strevast fyri at nøkta (við drúgvum tímum inni á játtanarklivunum og pílagrímsferðum til Róm), men at hetta var ein rættvísi, sum Guð gevur. Her er talan (rættvísið) ikki um ein eginleika hjá Guði (eins og í Sálm. 145,17; 11,7; 119, 137; 7,12; Áps. 3,14), men um eina rættvísi, ið Guð gevur. Skriftin lærir okkum, at Kristus er Guðs rættvísi (skilt á tann hátt, at Kristus hevur/inniheldur ta rættvísi, ið Guð krevur av øllum menniskjum), og sum vit hava sæð, er frelsan (Guðs rættvísi) møgulig hjá okkum at ognast, við trúgv á gleðiboðskapin.

Í honum opinberað: Enn einaferð, tað er gleðiboðskapurin, ið opinberar hesa rættvísi (inniheldur hesa rættvísi). – tvs. at Evangeliið er klárt til at geva einhvørjum Guðs rættvísi. Tí!

AV trúgv: Hetta vil siga, at Guðs rættvísi (tann rættvísi, ið ger, at vit kunna standa heilag, rein og ólastandi frammi fyri Guðs ásjón) verður realiserað/gjøgnumførd við trúgv (ella av trúgv = uppá grund av trúgv).

Á henda hátt hevur Paulus forklárað tað, sum hanna tosaði um í v.16 við Guðs kraft til frelsu fyri tann, sum trýr.

Hetta er dárskapur fyri heimin: Tað, at vit trúgva, at Guð fær tokka til okkara, tá ið vit trúgva einum boðskapi (sum vit hvørki hava sæð ella nomið við), og játta, at vit verða rættvísgjørd (also frelst) við at trúgva á henda boðskap (hvar eru gerningarnir?, sigur hin gudleysi).

So, frelst við trúgv… men meir enn so!

TIL trúar: Evangeliið er ikki bert tað, ið vit skulu trúgva fyri at verða frelst – evangeliið er keldan til, hví vit yvirhøvur kunnu trúgva!

Evangeliið er tað, ið Guð nytir til at kalla menniskju til sín (eins og í v.7), og evangeliið er tað, ið varðveitir kristin menniskju hjá Guði.

Hetta hevur eisini eina vissa troyst við sær, við tað, at tað er bert honum at takka, at vit vórðu frelst, men eisini at vit fingu trúgv (1. Kor. 1,30). Hetta útilokar allar gerningar – og troystar okkum við, at nú er tað ikki vit, ið bera trúnna, men trúgvin, ið ber okkum (eins og í sanginum “ofta leitaði eg, Harri”).

Tað var hetta versið (v.17), ið fekk meg at vilja hava um hendan kapitulin í kvøld. Eg biði fyri, at hetta vers kallar okkum til at aldri sleppa evangeliinum.

  • Eg minnist eitt kvøld á Strondum til kaffi eftir eitt ungdómsmøti, at ein segði: “Hví skulu vit blíva við við at tosa um evangeliið? Tey hava hoyrt tað, tey kenna tað!” – hetta er tíverri ein stór misskiljing. Høvdu tey (ella vit) ikki lagt dent á, at tosa um evangeliið, men heldur raðfestu tað, at liva eitt gott lív ella barnauppalin, so hevði trúgvin náttúrliga følna burt.

Trúgvin livir av evangeliinum, og tí mugu vit so innarliga raðfesta, at tað er tað, ið á fyrsta sinni frelsti okkum og at tað er eisini bert tað, ið kann kalla menniskju til umvendingar.

Eins og skrivað stendur: «Men hin rættvísi skal liva av trúgv.»

Jónas
Jónas Thomsen er ungur eysturoyingur og gongur í verandi løtu á búskaparbreyt á miðnámi á Kambsdali.