Bøn hjá sonnum trúgvandi kristnum

Tvær vakrar bønir eftir Erik Pontoppidan

Bønirnar eru úr bók hansara, Sannleiki til gudsótta (Heimamissiónsforlagið 1997).

Tak niður ein PDF av bønunum her!

Morgunbøn

Ævigi, almáttugi Gud, miskunnsami, góði himmalski faðir; eg lovi og takki tær av insta hjarta og sál hesa morgunstund, at tú í náttini, sum farin er, hevur verið mær sól og skjøldur, og hevur varðveitt meg frá øllum vandum bæði til likams og sálar.

Gev mær í dag og allar dagar at eiga faðirliga signing og hjálp tína á øllum vegum mínum og í øllum verki mínum. Bjarga tú sál míni frá freisting, likami mínum frá sjúku, eyga mínum frá gráti og fóti mínum frá falli! Og, av tí at syndin er mín størsti fíggindi, so hjálp mær, Gud mín, fram um alt at standa henni ímóti í mátti trúarinnar. Halt hond tína yvir mær; lat anda tín búgva í mær og frið tín rundan um meg, so at eg ikki skal liva mær sjálvum, men eina í trúnni á son tín, og vera tær til tokka í huga, orði og gerðum; og gev mær í bønini at finna skjól hjá tær í allari neyð míni.

Góði faðir, fyrigev mær av náði tíni og fyri Jesu skuld alt tað illa, sum eg fram at hesum degi ímóti tær havi gjørt; og gev framvegis náði til, at eg í lívi og levnaði má batna og verða endurnýggjaður eftir mynd tíni, so at Jesu sinnalag, við spaklyndi og eyðmýkt, kærleika og reinleika, má koma til sjóndar í lívi mínum.

Himmalski faðir! Varðveit tú trúgvandi kirkjulið títt her á fold, og gev tí at vaksa við at syndarar verða frelstir. Vælsigna tú kongin og hús hansara, og gev framgongd í tí, sum er øllum til bata. Ger tú jørðina gróðraríka, og varðveit okkum frá øllum vanlukkum. Varðveit tú skyldfólk mítt og kenningar; hjálp teimum, sum fátæk eru; troysta tú tey, ið sorgarbundin eru, og ver hjá øllum teimum, ið doyggja skulu. Men mest av øllum: Búgv tú meg henda dag og hvønn dag til ein sælan deyða og eina dýrdarfulla uppreisn!

Amen.

Kvøldbøn

Himmalski faðir! Aftur hetta kvøld boyggi eg knø míni fyri heilaga andliti tínum, og minnist við takksemi tína ríku náði og tær mongu vælgerðir, sum tú aftur henda dag hevur latið vera mær fyri, og sum eg als ikki eigi uppiborið. Harri, hvat er ein menniskja, at tú minnist til hennara; og hvør eri eg, armi og eymi syndari, at tú dag frá degi oysir yvir meg av vælgerðum tínum? Tað er mín insta sannføring, at um tú hevði farið við mær eftir syndum mínum, so átti eg einki annað uppiborið, enn at verið koyrdur burtur frá andliti tínum út í hitt ytsta myrkur og í hina ævigu nátt teirra fordømdu. Um mær einans høvdu verið tilroknaðar tær syndir, sum eg henda dag hevði gjørt í hugsan, orði og verki, og sum eg havi framt ímóti mær sjálvum og næsta mínum, so hevði eg ikki verið førur fyri at svara tær eitt ímóti túsund. Og um eg henda dag havi verið varðveittur frá illskaparsynd og sjálvtryggleika, so er tað ikki spiltu náttúru míni fyri at takka, men einans agandi og varðveitandi náði tíni. Og eisini henda dag havi eg upplivað tímiligu vælgerðir tínar, hóast eg einki eigi uppiborið. Tú hevur latið meg búgva í friði, hevur givið mær dagligt breyð, og spart meg fyri teim mongu vanlukkum, sum eisini henda dag kunnu vera hendar úti um víðu verøld. Tær kundu eins væl havt verið mær fyri, um ikki faðirliga umsorgan tín hevði verið yvir mær og varðveitt meg frá øllum illum.

Túsund ferðir havi eg upplivað trúfesti tína, góði Gud, og tú skalt framvegis vera einasta skjól mítt og klettur mín og borg mín. Varðveit meg, Gud, í hesi nátt frá øllum illum bæði til likams og sálar. Lat meg finna hvíld undir skugga veingja tína, og veit tú likami mínum styrk, so at eg aftur í morgin kann fara frískur og hvíldur til dagliga starv mítt.

Góði Gud, annaðhvørt eg vaki ella sovi, og annaðhvørt eg livi ella doyggi, so lat meg altíð av hjarta halda fast vit teg, tí at tú ert hin besti lutur. Bara eg eri hjá tær, leggi eg einki í heimin. Um mítt hold forferst og mítt hjarta, so ert tú mín klettur og mín lutur allar ævir.

Harri, lat ikki náðarsól tína seta yvir lívi mínum; men lat hana altíð upplýsa og verma myrka og kalda hjarta mítt, og lat hana bloyta og stimbra mítt harða og niðurnívda sinni.

Góði Jesus, gev mær altíð at liva í samfelagi við teg við eini sannari og livandi trúgv, og hjá krossi tínum finna styrki til at ganga hin smala veg og gjøgnum hinar trongu dyrnar.

Far ikki frá mær, Gud mín, ella frá nøkrum av mínum hesa nátt; tí at til tín seti eg vón mína, Og lat tú ongantíð ljósastaka orðs tíns verða frá okkum fluttan.

Varðveit tú yvirvøldina, ið tú jú sjálvur hevur fyriskipað, so at vit undir henni kunnu liva í friði og gudsótta. Og varðveit tú í náði tíni land okkara frá bardaga og pest og hungri, og frá dýrtíð og øllum slíkum, sum vit annars eiga uppiborið.

Lat signing tína vera yvir okkum alt lív okkara, og gev okkum síðani ein sælan deyða, og eftir deyðan hvíld í tínum ævigu bústøðum!

Amen.

Jónas
Jónas Thomsen er ungur eysturoyingur og er í verandi løtu gudfrøðilesandi á Keypmannahavnar universiteti og Dansk Bibel Institut.