Her er ein vøkur bøn, ið kann nýtast í Hvítusunnutíðini. Bønin er eftir svenska biskupinum Bo Giertz, og er hon at finna í andaktsbók hansara At tro på Kristus.
Viðmælt verur, at lesa Ápostlasøguna 2,22-41 áðrenn biðið verður.
Áps. 2,36:
… henda Jesus … hevur Gud gjørt bæði til Harra og Krist.
Henda bøn lærir okkum at síggja í teksinum, at tað er Heilagi Andin, sum bæði má sannføra okkum um, at Jesus er Harri og Kristus, og má læra okkum at hvíla í hesum sannleika, hóast hann ofta er í stríð við okkara vit og skil:
Eg biði teg, góði Heilagi Andi, um, at tú vilt taka í hondina á mær og leiða meg inn í sannleikan, tann mikla sannleikan, ið eina tú kanst gera livandi. So leingi sum eg líti at hesum uttanífrá, bert sum ein áskoðari, tykist tað deytt og løgið, men tá ið tú letur meg síggja Jesus, kenni eg, at eg síggi Gud. Tá eri eg heima. Alt gerst so einfalt og greitt. Eg veit, at eg eigi tað, ið eg aldri kann skilja. Eg livi í tí, sum eg ikki kann gjøgnumskoða við mínum viti. Kristi kærleiki, sum ber av øllum kunnleika og fatan, ber meg. Nú kenni eg Faðirin, ikki bert sum tann forvitni, sum stendur uttanfyri og lítur at honum, men sum tann burturvilsti sonurin, sum endiliga er komin heim. Góði Heilagi Andi, lat meg síggja Jesus, til tess at eg í sannleika kann kenna Gud og hann meg. Amen
Bo Giertz, At tro på Kristus (Lohse forlag, 2012)